Nú er heimskenda krossorðaspælið Scrabble komið á føroyskum.
Spælið fæst í handlum kring Føroyar. Eisini ber til at keypa spælið við gjaldskorti her á síðuni.
Tað var onglendingurin Alfred Butts, sum upprunaliga gjørdi krossorðaspælið Scrabble á enskum, og síðani tá er spælið komið á umleið 30 málum, og fleiri enn 100 milliónir eintøk eru seld um allan heimin. Í dag verður Scrabble dúgliga spælt í skúlum, heimum og í altjóða kappingum. Spælið er uttan iva eitt av heimsins kendastu borðspølum, og er nú eisini møguligt at spæla tað á føroyskum.